Grundarlag, visión og virði

GRUNDARLAG

Skeiðsdepilin arbeiðir við eftirútbúgving og hægri námi á Glasi.

Skeiðsdepilin hevur góðar karmar og umstøður til førleikamenning, bæði til fyritøkur og einstaklingar.

Vit vilja geva næmingum og skeiðsluttakarum vitan, mót og førleikar at fremja sett mál í verki.

VISIÓN

Vit vilja arbeiða fram ímóti, at:

vera fremst, tá ið stovnar og fyritøkur ynskja eftirútbúgving skapa ávirkan innan eftirútbúgvingarøkið útbúgva í tøttum samstarvi við vinnulív og tað almenna skapa serstaka góðsku við støðu í eftirmetingum bjóða serstøk skeið og serstakar útbúgvingar í Føroyum 

VIRÐI

Uttanhýsis:

Vit vilja vera álítandi samstarvsfelagi hjá okkara viðskiftafólki Vit ynskja at fremja góð úrslit á øllum økjum Vit dagføra okkara vitan uttanlands og heima 

Innanhýsis:

Vit virðismeta, at øll ikki eru eins Vit vilja menna førleikarnar hjá tí einstaka Vit skulu læra av hvørjum øðrum Vit fremja úrslit í felag Vit hjálpa hvørjum øðrum

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.